Biltøkni í samband við koyriroyndina.
Koyriroyndin nærkast, og undir royndini er næmingurin bilførari fyri fyrstu fer, og skal tí eisini kunna kannað um bilurin er í tryggum og lógligum standi.
Kontrol av bili:
Áðrenn royndina kann man blíva biðin um at kannað nøkur ting við bilinum, um tey eru í ordan, og tað skula tit duga uttanat. Vit gjøgnumganga tað saman í bilinum eisini.
Lógarkrav til róðurgreiðir:
Bilurin skal vera: LÆTTUR AT STÝRA, TRYGT OG SKJÒTT. Róðri kann snarast frá síðu til síðu, uttan at tað kennist tungt, ójavnt ella ljóðar undarligt. Flestu bilar hava tannstongstýring, og tá skal einki slør vera.
Ov nógv sløðr má ikki verða í stýrisskipanini sum heild ella í einstøkum partum av henni. Hevur bilurin servostýring skula vit duga at síggja um løgurin í servotanganum er ímillum min/max merkini. Bilar við elektriskari servostýring hava kontrolljós sum sigur frá um feilur er í skipanini, og blívur bilurin tungur at stýra er tað eitt tekin uppá feil.
Lógarkrøv til bremsur:
Bilar skula hava bremsu, ið virkar á øll hjól og sum við allari ferð og vekt kann bremsa bilinum á ein: TRYGGAN, SKJÓTAN OG VIRKNAN HÁTT.
Fótbremsa: 2 streingja bremsur sum bremsa bilinum TRYGT, SKJÓTT OG VIRKSAMT, við allari ferð og last (vekt).
Neyðbremsan: Skal bremsa bilinum TRYGT OG VIRKSAMT um fótbremsan svíkjur.
Hondbremsan: Skal vera mekanisk og skal halda bilinum á vegi sum hellur 18%, hon skal kunna standa “tilspent í lás” og virka uppá 2 hjól á sama aksli.
Kontrol av bremsum:
Bremsupedalurin skal hava 1 cm frígongd í ovastu støðu, tó uttan nakað slør, og hann skal hava skriðsikkurt gummi á.
Pedalurin má ikki fara meira niður enn í helvt, hóast tú traðkar hart og skjótt á hann. Pedalurin skal kennast fastur og ikki fara longur niður, meðan hann verður hildin niðri við jøvnum trýstið.
Reyð lampa merkir feil í bremsuskipan, og vit skula ikki koyra víðari.
Flestu bilar hava í dag ABS-bremsur, og lýsur ávaringarlampan um feil í skipanini, kann tað merkja at tað er ólógligt at koyra víðari. ABS stendur fyri anti-blokkerings system.
Bremsu- ella vacum forsterkari:
Bremsuforsterkarin gerð tað munandi lættari at bremsa bilinum. Hann verur kontrolleraður við at man við sløktum motori pumpar bremsupedalin ca. 6–8 ferðir til vit føla at bremsupedalurin kemur longur upp. So starta vit motorinum, ímeðan vit halda á bremsupedalinum og skula føla at pedalurin søkkur niður tá motorurin startar. Gerð hann tað er forsterkarin í ordan.
Bremsuløgurin skal vera ímillum min. og max. merkini.
Høvuðskrav til dekk og stoytdoyvara:
Tað skal verða sama typa av dekkum á øllum hjólum, tó ikki neyðugt at dekkini eru sama merkið.
- Radialdekk (M+S ella ikki M+S og neyðreservahjól). M+S stendur fyri Mud & Snow.
- Diagonaldekk (mest brúkt til lastvognar og MC).
- Píkadekk, sum bert eru loyvd frá 16. oktobur til og við 14. maj.
- Um veturin (1. dec – 30. apríl) er ikki loyvt at koyra við summardekkum tá vandi er fyri hálku, og mynstrið skal tá vera minst 3 mm.
Nøkur dekk eru ætlað at mala ein ávísan veg og hava tá ein píl við tekstinum “ROTATION” sum vísur hvønn veg dekkið skal mala.
Kontrol: Dekk og felgur skula vera heil og uttan skaðar. Dekktrýstið skal vera sum bilframleiðarin fyriskrivar.
Høvuðsmynstrið skal vera minst 1,6 mm djúpt og kunna avlesast á slitindikatori.
Stoytdoyvarar skula steðga fjaringini so bilurin ikki blívur við at danda (max. 2 ferðir).
Lyktir, endurskin og fløjta:
Lyktir skula vera parvíst eins í skap, farvu og styrki. Tær skula vera heilar, reinar og kunna lýsa.
2 støðuljós (síggjast minst 300 m).
2 nærljós (minst 30 m, assymetriskt til høgru, 1% fall).
2 langljós (minst 100 m).
Allar lyktir framman skula vera hvítar ella gulligar.
2 reyðar baklyktir (síggjast minst 300 m).
3 bremsuljós (munandi sterkari enn baklyktir).
1 nummarplátuljós (lesast uppá 20 m).
2 reyð endurskin (ikki tríkantað).
Blunkljós. 6 blunkljós, 2 framman 2 á síðuni og 2 aftann. Tey skula blinka 1–2 ferðir um sekund og síggjast týðuliga.
Bilar skula um dagin koyra við nærljósum ella serligum koyriljósum.
Fløjta: Skal hava ein kláran, støðugan tóna og nýtast til at fyribyrgja vanda.
Skrokkur, motorur og útstoyt:
Skrokkurin skal vera uttan hvassar kantar.
Motorurin skal ikki geva óneyðugan larm ella royk og skal vera uttan lekur.
Útstoytið skal vera tætt og sita fast.
MINST TIL AT HAVA KNALLERTKOYRIKORT VIÐ TIL KOYRIROYNDINA
