Spurningar til koyriroyndina

Biltøkni í samband við koyriroyndina.

Koyriroyndin nærkast, og undir royndini er næmingurin bilførari fyri fyrstu fer, og skal tí eisini kunna kannað um bilurin er í tryggum og lógligum standi.

 

Kontrol av bili:

Áðrenn royndina kann man blíva biðin um at kannað nøkur ting við bilinum, um tey eru í ordan, og tað skula tit duga uttanat. Vit gjøgnumganga tað saman í bilinum eisini.

 

Lógarkrav til róðurgreiðir:

Bilurin skal vera: LÆTTUR AT STÝRA, TRYGT OG SKJÒTT. Róðri kann snarast frá síðu til síðu, uttan at tað kennist tungt, ójavnt ella ljóðar undarligt.  Flestu bilar hava tannstongstýring, og tá skal einki slør vera.

Ov nógv sløðr má ikki verða í stýrisskipanini sum heild ella í einstøkum partum av henni. Hevur bilurin servostýring skula vit duga at síggja um løgurin í servotanganum er ímillum min/max merkini. Bilar við elektriskari servostýring hava kontrolljós sum sigur frá um feilur er í skipanini, og blívur bilurin tungur at stýra er tað eitt tekin uppá feil.

 

Lógarkrøv til bremsur:

Bilar skula hava bremsu, ið virkar á øll hjól og sum við allari ferð og vekt kann bremsa bilinum á ein: TRYGGAN, SKJÓTAN OG VIRKNAN HÁTT.

Fótbremsa: 2 streingja bremsur sum bremsa bilinum TRYGT, SKJÓTT OG VIRKSAMT, við allari ferð og last (vekt).

Neyðbremsan: Skal bremsa bilinum TRYGT OG VIRKSAMT um fótbremsan svíkjur

Hondbremsan: Skal vera mekanisk og skal halda bilinum á vegi sum hellur 18%, hon skal kunna standa “tilspent í lás” og virka uppá 2 hjól á sama aksli.

Kontrol av bremsum:

Bremsupedalurin skal hava 1 cm frígongd í ovastu støðu, tó uttan nakað slør, og  hann skal hava skriðsikkurt gummi á.

Pedalurin má ikki fara meira niður enn í helvt, hóast tú traðkar hart og skjótt á hann. Pedalurin skal kennast fastur og ikki fara longur niður, meðan hann verður hildin niðri við jøvnum trýstið.

Reyð lampa merkir feil í bremsuskipan, og vit skula ikki koyra víðari.

Flestu bilar hava í dag ABS-bremsur, og lýsur ávaringarlampan  um feil í skipanini, kann tað merkja at tað er ólógligt at koyra víðari. ABS stendur fyri anti-blokkerings system.

 

Bremsu- ella vacum forsterkari:

Bremsuforsterkarin gerð tað munandi lættari at bremsa bilinum. Hann verur kontrolleraður við at man við sløktum motori pumpar bremsupedalin ca. 6-8 ferir til vit føla at bremsupedalurin kemur longur upp. So starta vit motorinum, ímeðan vit halda á bremsupedalinum og skula føla at pedalurin søkkur niður tá motorurin startar. Gerð hann tað er forsterkarin í ordan.

Bremsuløgurin skal vera ímillum min. og max. merkini.

Høvuðskrav til dekk og stoytdoyvara:

Tað skal verða sama typa av dekkum á øllum hjólum, tó ikki neyðugt at dekkini  eru sama merkið.

  • Radialdekk, sum eru tey mest vanligu ( M+S, ella ikki M+S og neyðreservahjól ). M+S stendur fyri Mud & snow.
  • Diagonaldekk ( mest brúkt til lastvognar og Mc )
  • Píkadekk, sum bert eru loyvd at nýta frá 16. Oktobur til og við 14 maj.
  • Um veturin, sum er frá 1. Dec til 30 apríl er ikki loyvt at koyra við summardekkum tá vandi er fyri hálku, og mynstrið  skal í tí tiðarskeiðnum vera í minsta lagið  3 mm um vandi er fyri hálku.

Nøkur dekk er ætlað at mala ein ávísan veg, og hava tá ein píl við tekstinum “ROTATION”á síðuni á dekkinum sum vísur hvønn veg dekkið skal mala. Vit skula duga at síggja at dekki er rætt ásett, so tað fylgjur pílinum.

Kontrol: Dekk og felgur skula vera heil, og uttan skaðar. Dekktrýstið, sum vit m.a. altíð finna í instruktiónsbókini, á nógvum bilum eisini í førarahurðini skal vera sum bilframleiðarin fyriskrivar.

Høvuðsmynstrið skal vera í minsta lagið 1,6 mm djúpt, og skal kunna avlesast á slitindikatori í dekkmynstrinum.

Stoytdoyvarar, sum skula vera á øllum hjólum hava til uppgávu at steðga fjaringini so bilurin ikki blívur við at danda (max. 2 ferðir). Teir gerða at vit hava betur vegtak.

 

Lyktir, endurskin og fløjta:

Lyktir skula vera parvíst eins í skap, farvu og styrki, tær skula vera heilar, reinar og kunna lýsa. Perurnar skula sita rætt í.

2   Støðuljós, sum uttan at blenda skula síggjast minst 300 m. (Bert nýtast við steðg og parkering).

2   Nærljós, sum upplýsa vegin minst 30 m. uttan at blenda. Tey skula lýsa Assymetriskt til høgru og hava 1% fall.

2   Langljós sum upplýsa vegin minst 100 metur fram. Blátt ljós sigur í instrumentbrettinum tá langljós lýsa.

Allar lyktirnar framman skula vera hvítar ella gulligar

2   Reyðar baklyktir sum skula síggjast minst 300 m.

Trý bremsuljós, sum skula lýsa munandi sterkari enn baklyktirnar.

1   Nummarplátuljós aftan, hvítt og nrplátan skal kunna lesast uppá 20 m. frástøðu

2   Reyð endurskin aftan, sum ikki kunna vera tríkantað. (tríkantað eru til viðfestisvognar).

Blunkljós sum blinka við gulum ljósið 1-2 ferðir um sek. og síggjst týðuliga, eisini í sterkum sólarljósið. Tað skula vera 2 framman, 2 aftan og eitt á hvørjari síðu.  Ein kontakt skal eisini vera sum tendrar øll blinkljós í senn (ávaringarblinkljós)

Bilar skula um dagin koyra við nærljós ella serligum koyriljósum, nógvir bilar eru tó myrkir aftan tá koyriljós verða nýtt.             Í lyktatendringartíðini, sum eisini kann vera um dagin, og tá koyrt verur í tunnel skal tó minst nærljós verða tendrað. Lyktir framman skula vera hvítar ella gulligar.

Fløjta:   Skal hava ein kláran, støðugan tóna, og kann bert nýtast til at fyribyrgja vanda.

Skrokkur, motorur og útstoyt:

Skrokkurin skal vera uttan hvassar kantar ( av skaða ella teringi).

Motorurin skal ikki geva óneyðugan larm ella royk frá sær, og skal vera uttan olju- ella veskulekar.

Útstoytið skal vera tætt og sita fast.

 

MINST TIL AT HAVA KNALLERTKOYRIKORT VIÐ TIL KOYRIROYNDINA